104 doyðu tá kavbátur søkti iranska fregatt

Iranski uttanríkisráðharrin, Seyed Abbas Araghchi, lovaði hevnd og segði, at hetta skuldi USA fara at angra

Iranski uttanríkisráðharrin, Seyed Abbas Araghchi, er maðurin á innsettu myndini

- Í minsta lagi 104 fólk lótu lív og 32 fingu løstir, tá ein amerikanskur kavbátur søkti iransku fregattina, Dena.

 

Tað siga iransku myndugleikarnir. Hendingin fór fram út fyri Sri Lanka mikudagin.

 

Amerikanski kavbáturin leyp á fregattina og søkti hana umleið 19 sjómíl úr havnarbýnum, Galle.

 

Iranski uttanríkisráðharrin, Seyed Abbas Araghchi, lovaði hevnd og segði, at hetta fór USA at angra.

 

 

 

 

 

Iranski uttanríkisráðharrin, Seyed Abbas Araghchi, er maðurin á innsettu myndini