125 ár síðani William Heinesen var føddur

Í dag er 15. januar, dagurin tá William Heinensen, rithøvundur og fjøllistamaður, varð borðin í heim í Havn – í árinum 1900.

 

Tá William Heinesen fylti 80 ár 15. januar í 1980 varð hann kosin heiðursborgari í Tórshavnar kommunu. Á myndini sæst Petur Christiansen, borgarstjóri, handa honum heiðursborgaraskjalið

Skaldskapurin hjá Williami Heinesen er týddur til mong mál. Hann gjørdi vart við seg á mongum økjum.

Men gávuríki havnarmaðurin var ein sera fjølbroyttur listamaður, ið gjørdi vart við seg á fleiri økjum innan sjónleik, tónleik og myndlist. Myndaheimur hansara er ein grein av tí skaldsliga hugflognum – myndevnini koma fyrst av øllum úr sagnunum, ævintýrunum og gudalærunum, eisini úr tí Edens urtagarði, ið á sinni fór í forna. Hesin myndaheimur er kveiktur av náttúrukenslu, sniðfundigum skemti, spei, ramligari og ovfarakátari lívsgleði og livandi ansi fyri tí ornamentala og dekorativa.

William Heinesen vaks upp við, og hevði livandi áhuga fyri, tjóðskaparrørsluni, ið m.a. merkti, at áhugin vaks fyri fólksins mentan – málinum, dansinum, kvæðunum og sagnunum. Og fyri teirri føroysku náttúruni.

William Heinesen skuldi vera handilsmaður, eins og pápin Zacharis. Hann tók eisini við handlinum í Vágsbotni, sum var í Miðlahúsinum, sum nú hýsir virkseminum hjá Sosialinum.

Men tað gekk ikki so væl við handlinum, sum steðgaði fyrst í fimmtiárunum. Og so gjørdist William Heinsen skald og listarmaður burturav.

Teir stóru veggjamálningarnir í Tórshavnar Kommunuskúla, við evnum úr Sjúrðarkvæðunum, eru eitt gjøgnumbrot til tann dekorativa arkadiska heimin, sum William Heinesen gav seg yvir til síni seinnu ár. Skaldskapurin var komin í fyrstu røð, og umstøður høvdu ikki verið fyri nakrari veruliga samanhangandi myndlistarligari menning, fyrr enn miðskeiðis í 1970árunum, tá ið William fór undir at gera pappírsklipp síni. Eitt 10 ára skeið untist honum at klippa. Árini 1976-78 avrikaði hann serliga nógv. Í hesum slóðbrótandi brotamyndum og klippum finnur dekorativa hugflogið støðugt nýggjar leiðir.

Hesin gróðrarríki barokki myndaheimur hevur ríkað føroyska list. Ófatiligt, hvat William Heinesen hevur fingið av skafti – tekningar í hópatali, hundraðtals bókapermur til Bókagarð, bókamyndir, plakatir, blaðtekningar, plátuhylki o.m.a. Hann eigur sín part av æruni fyri, at myndlistin mentist her á landi – sum hann dastið av øldini hevur lagt til rættis og stílað fyri, skrivað og ummælt, kveikt og stuðlað. Altíð við tí góða orðinum.

Bókalisti Williams:

Yrkingasøvn

•    1921 Arktiske Elegier og andre Digte

•    1924 Høbjergningen ved Havet

•    1927 Sange mod Vaardybet

•    1930 Stjernerne vaagner

•    1936 Den dunkle Sol

•    1955 Digte i udvalg

•    1961 Hymne og harmsang

•    1972 Panorama med regnbue

•    1983 Vinterdrøm. Digte i udvalg 1920-30

•    1984 Samlede digte

•    1990 Digte

Stuttsøgusøvn

•    1957 Det vingede mørke

•    1957 Det fortryllede lys

•    1960 Gamaliels besættelse

•    1967 Kur mod onde ånder

•    1970 Don Juan fra Tranhuset

•    1973 Fortællinger fra Thorshavn

•    1975 Grylen og andre noveller

•    1980 Her skal danses

•    1985 Laterna magica

Skaldsøgur

•    1934 Degningsvindar (Blæsende gry)

•    1938 Nóatún (Noatun)

•    1949 Í sortanum (Den sorte gryde)

•    1950 Glataðu spælimenninir (De fortabte spillemænd)

•    1952 Móðir Sjeystjørna (Moder Syvstjerne)

•    1964 Det gode håb

•    1976 Tornið á heimsins enda (Tårnet ved verdens ende)

Heiður

•    1960 - Holberg-medaljan

•    1965 - Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Det gode håb sum kom út í 1964.

•    1975 -  Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens

•    1980 - Heiðursborgari í Tórshavn á hansara 80-ára føðingardegi

•    1980 - Kritikerprisen (donsk bókmentaheiðursløn)

•    1984 - Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

•    1985 - Karen Blixen Medaljan frá Danska Akademinum.

•    1987 - Svenska Akademiens nordiska pris (eisini rópt "Lítla Nobel-heiðurslønin").


 

 

Tá William Heinesen fylti 80 ár 15. januar í 1980 varð hann kosin heiðursborgari í Tórshavnar kommunu. Á myndini sæst Petur Christiansen, borgarstjóri, handa honum heiðursborgaraskjalið