Tíðindaskriv:
Poul Pøhlsgaard, Torben Prior og Niels Boje Christensen, sum allir vórðu tiknir upp í apríl 1986, fingu handað 40 ára heiðurstekin fyri sítt trúfesti og virksemi í losjuni. Heiðurin varð latin í nærveru av familju, brøðrum úr Amboltinum og umboði frá donsku Stórlosjuni og Høvuðs-Patriarkunum úr báðum legunum nr. 6 “De Tre Søjler” og nr. 17 “Skibet”; legurnar er eitt stig omanfyri vanligu losjuna og teir tríggir heiðraðu brøðurnir eru við í nevndu legum.
Teir tríggir heiðraðu brøðurnir vóru við at leggja lunnar undir stovnanina av fyrstu føroysku Odd Fellow losjuni F1 Ambolturin, sum somuleiðis heldur 40 ára stovningardagin við stórfingnum hátíðarhaldi í heyst.
Hátíðarløtan var merkt av bæði virðing og felagsskapi, har røður og heilsanir løgdu dent á týdningin av trúfesti og teimum virðum, sum Odd Fellow-ordanin byggir á – vinarlag, kærleika og sannleika.
Odd Fellow-ordanin hevur røtur aftur til 18. øld í Bretlandi og hevur síðani breitt seg um allan heim sum ein felagskapur, ið arbeiðir fyri brøðralagi, hjálpsemi og sosialum felagsskapi.
Losjan F1 Ambolturin í Tórshavn er ein partur av hesum altjóða felagsskapi og hevur í mong ár verið eitt samlandi stað fyri brøður í Føroyum, har dentur verður lagdur á bæði persónliga menning og felags ábyrgd.
Kvøldið endaði við samveru, har brøður og gestir høvdu høvi at fagna teimum trimum heiðraðu og minnast teirra mongu ár í tænastu fyri losjuna.
Á myndini
fremra rað frá vinstru:
- Niels Boje Christensen
- Torben Prior
- Poul Pøhlsgaard
aftara rað frá vinstru:
- Dávur Eyðunsson Sørensen, Undirmeistari í Amboltinum
- Bo Madsen, Høvuðs-Patriarkur í legu nr. 6 'De Tre Søjler'
- Jørgen Bonne, Distriktsdeputeraður Stórsire umboðandi donsku Stórlosjuna
- Cristian Carpentier, Høvuðs-Patriarkur í legu nr. 17 'Skibet'
- Svenn Eysturtún Olsen, Yvirmeistari í Amboltinum
vegna Odd Fellow losju F1 Ambolturin
Dávur Eyðunsson Sørensen, Undirmeistari










