Eftir ófriðin um vikuskiftið í enska býnum Rotherham nærhendis Sheffield, vóru tíðindi í gjárkvøldið um talið av særdum løgreglufólki.
51 løgreglufólk hava fingið skaða alt frá brotnum beinum og heilaskjálvta til blá merki og sár í høvdinum.
Tað stendur í tíðindaskrivi frá løgregluni í South Yorkshire.
Tað er hent í sambandi við ófrið sunnudagin 4. august uttan fyri hotellið Holiday Inn Express í Rotherham, sum varð brúkt til at hýsa friðskjólsøkjarum.
Seks fólk eru ákærd í sambandi við ófriðin.
Ófriðurin hevur verið í kjalarvørrinum av einum kníválopi í Southport, har tríggjar gentur vórðu dripnar og tíggju fingu skaða undir einum dansitiltaki hjá Taylor Swift. Ein 17 ára gamal drongur er undir illgruna í málinum.
Eftir álopið komu søgur um, at mistonkti gerningsmaðurin var muslimur og friðskjólsøkjari, og at hann júst var komin til landið úr Sýria.
Hinvegin er 17 ára gamli mistonkti drápsmaðurin, Axel Rudakubana, føddur í Cardiff í Wales. Foreldur hansara eru úr Rwanda. Løgreglan hevur enn ikki staðfest motivið fyri atgerðini hjá honum.
Fremst í ófriðinum er høgravendi ekstremistiski felagsskapurin English Defense League. Hann hevur sett í verk eitt harðskapsátak í fleiri býum, sum er móti muslimskum borgarum.
Ófriðurin hevur verið lýstur á netinum undir slagorðinum "nokk er nokk".
Mánadagin boðaði forsætisráðharrin, Keir Starmer, frá, at "serkønir løgreglumenn" verða sendir at basa ófriðinum, sum byrjaðu í fleiri býum í farnu viku.
Eisini í býnum Tamworth nærindis Birmingham er álop á eitt hotell, sum hýsir friðskjólsøkjarum. Ein løgreglumaður fekk skaða her.
Løgreglan hevur eisini svarað harðligum samanbrestum í eitt nú býunum Middlesbrough, Bolton, Hull og Weymouth.
- Hetta eru ikki mótmælisgongur - hetta er reinur harðskapur, og vit fara ikki at góðtaka álop á moskur ella á okkara muslimsku samfeløg, segði forsætisráðharrin í hesum sambandi.
Forsætisráðharrin hevur lovað at gera "tað sum skal til fyri at fáa hesar búllar rættarfylgdar".
/ritzau/