Okkara limir starvast sum føðsluatstøðingar, føðsluhjálparar, føðslutøkningar, kostfrøðingar, økonomair, kliniskir dietistar, kostfakligir leiðarar og ymiskt annað innan fakini kost, føðslu og heilsu.
Siðvenjan hevur verið, at “matgerð” hoyrir seg til eina húsmóðir. Tann hugburðurin livir tíverri enn á nógvum økjum úti í samfelagnum.
Vit síggja framvegis starvslýsingar, har søkt verður eftir fólki til "bæði matgerð og reingerð" – í einum og sama starvi, og heilt uttan krav um útbúgving. Sum um at ein og hvør bara kann átaka sær tað!
Men at gera mat til eldri, sjúk, børn og fólk við serligum tørvi er ikki nakað, "ein og hvør" bara ger. Tað krevur drúgva fakliga vitan!
Okkara limir eru útbúnir serfrøðingar í kostfakligheit. Tá matgerð og dietviðgerð verða gjørd til nakað, sum ongin útbúgving krevst til, so undirmeta vit bæði kvinnufakini og heilsuna hjá teimum veikastu borgarunum í samfelagnum.
Okkara áheitan í dag:
Tíðin er búgvin at gera upp við henda gamla hugburðin! Um vit vilja hava eitt framkomið heilsuverk, fakliga eldrarøkt og góðar stovnar, so má fakligheitin virðismetast.
Setið krøv til útbúgving á øllum stovnum, har matur verður gjørdur til ávísar málbólkar!
Virðismetið kvinnufakini við rættvísari løn og rættinum til fulla tíð.
Vit í Kost og Føðslufelagnum standa til reiðar. Vit eru klár at vegleiða og ráðgeva komandi politisku skipanini í, hvussu hetta økið kann fremjast rætt. Og sjálvandi skulu okkara limir setast sum fakfólk at útføra uppgávurnar í verki.
Brúkið okkum, virðismetið okkum, og latið okkum lyfta samfelagið saman!
Góðan altjóða kvinnudag!
/Nevndin í Kost og Føðslufelagnum










