9,3 prosent svarar til at 81 fólk hava verið á vali. Harafturat hava 76 fólk atkvøtt við brævatkvøðu.
Samanborið við fólkatingsvalið, sum var fyrradagin, hava nakað fleiri verið á valið í dag, í alt høvdu 10 prosent verið á vali á miðdegi tá fólkatingsvalið var. Hetta hóast valstøðini lata upp ein tíma seinni til løgtingsval.
- Møguliga er tað góða verðrið fyrrapartin, sum hevur fingið fólk tíðliga á val, sigur Poula á Líðarenda, forkvinna í Gøtu valstýri










