Í meira enn 25 ár hevur hann siglt fyri Strandfaraskip Landsins, har hann hevur flutt fólk um Skúvoyarfjørð. Men, hin nú sjeyti ára gamli hevði eitt langt lív á sjónum, longu áðrenn hann fór at sigla fyri SSL. Hann var eisini skipari á Heldarstindi á túrinum, tá teir á sinni fingu sinnopsgass í trolið.
Jóhan Petur Kjartansson Hentze byrjaði at sigla fyri SSL sum avloysari við Trónda um Skopunarfjørð við Eyðuni Holm sum skipara á vári í 2000, men tá Sólvit Simonsen, sáli og táverandi skipari á Sildberanum, gjørdist pensjóneraður sama heyst, fekk Jóhan Petur fastan kjans við Sildberanum á leiðini um Skúvoyarfjørð.
Í dag er maðurin, sum fyrstu ferð fór til skips sum 15 ára gamal við Polli og hevur upplivað nógv á sjónum síðan henda dag, framvegis væl fyri og hevur sum er ongar ætlanir um at gevast.
- Jú, heilsan hevur verið góð. Eg havi tímað hetta væl, og tað geri eg framvegis. Eg búgvi næstan niðri á kaiini á Sandi, so tað er eitt hanagleiv oman til bátin og til hús aftur millum túrarnar.
Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við Jóhan Petur, og her eru eisini fleiri myndir, sum vit tóku á bryggjuni á Sandi í vikuni, tá Sildberin loysti til enn ein túr um Skúvoyarfjørð.
##med2##












