Fyrr í morgun boðaði United Kingdom Maritime Trade Operations (UKMTO) frá einum álopi á eitt tangaskip út fyri strondini í Kuwait.
Í morgun hevur tó verið ógreitt, um hetta er amerikanska tangaskipið, sum iranskt sjónvarp hevur sipað til.
Seinastu dagarnar hevur Iran lopið á fleiri skip í Persaraflógvanum og í Hormussundinum.
Eftir at ein amerikanskur kavbátur søkti eitt iranskt herskip út fyri strondini av Sri Lanka í gjár, hevur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, lovað hevnd.
- USA skal sleppa at angra hetta "fordømið", sum landið hevur skapt, skrivaði Abbas Araghchi á X, fyrrverandi Twitter.
Kollveltingarhirðin í Iran sigur, at landið hevur fult eftirlit við strategiskt týdningarmikla Hormussundinum, sum er innsiglingin í Persaraflógvan.
- Umleið 20 prosent av allari olju og gassi í heiminum kemur úr Persaraflógvanum, veit www.tv2.no at siga.











