Okkara tjóðarbúskapur vísur so mikið av styrki og haldføri at Føroyar ongar fíggjarligar/búskaparligar trupulleikar hava ella fáa við at reka samfelagið komandi árini - vit eru als ikki á veg út av eggini - vit hava ein so mikið sterkan búskap at vit hava vunnið okkum týdningarmikla ráðleggingartíð - tíð at seta eina greiða kós fyri Føroyar - tíð at menna og nýskapa føroyska samfelagið til framtíðar haldføri - ein sera sterk strategisk støða vit hava sett okkum í - herðaklapp til Føroyar fyri gott avrik!
Grundleggjandi uppgávan er tí at gera eina langtíðar Heildarætlan fyri einar burðardyggar frælsar Føroyar - og harútfrá meta um hvussu vit seta saman eina skilagóða Fíggjarlóg - sum gevur okkum búskaparligan tryggleika og haldføri komandi 25-30 árini.
Tí skulu vit fyrst meta um, raðfesta og taka støðu til hvat vit skulu og vilja brúka pengar okkara til - bæði í rakstri og til íløgur í einum "víðkaðum" samgonguskjali - sum fevnir longri enn bert fýra ár, tí tað er føtt av einari langtíðar Heildarætlan fyri Føroyar.
Tjóðarsemjan er upplagda høvið at grunda okkara Heildarætlan samstundis sum vit taka ræðið á egnum landi. Á tann hátt hava vit eina ítøkiliga málrættaða og haldføra ætlan fyri hvat skal til fyri at Føroyar avrika væl - leingi!
Burðardyggleiki er fyri einstaklingin, bólkin, organisatiónina og landið eyðmerkt av góðari heilsu, tryggleika, sálarligum góðum arbeiðsumhvørvi, virðing, gevandi samspæli, greiðar leiklutir og ábyrgd, menning og nýskapan. Hetta eru umstøðurnar, ið gera at vit øll kunnu virka væl saman - leingi.
Vit eiga at fara burturfrá politisku siðvenjuni í Føroyum at gera stutttíðar semjur - semjur, ið bert røkka eitt samgonguskeið - tí tá snara vit øllum á aftur í Føroyum 4. hvørt ár - hetta gevur ótryggleika, óhaldføri og skiftandi karmar at virka og liva undir fyri øll í Føroyum. Hetta er bæði sera kostnaðarmikið og heilsuskaðiligt.
Vit skulu gevast at telja upp í 17 - um vit ikki megna at telja upp í 20+ so eru vit ikki til reiðar at avrika í tí veruleika Føroyar og heimurin hevur broytt seg til.
Við einari Heildarætlan fyri einar frælsar Føroyar semjast vit um eina langtíðar málrættaða burðardygga tilgongd, ið grundgevur fyri okkara inntøkum, útreiðslum og íløgum - hetta hevur veljarin krav uppá!
Tað vil styrkja savningarmegina í politisku skipanina í Føroyum - og harvið í øllum samfelagnum!
Hugsið tykkum eina gjøgnumskygda langtíðarætlan fyri okkara land og tjóð - har vit hava sett grundleggjandi fortreytir, karmar, virði og kós fyri okkara framtíð - síggja tit myndina fyri tykkum?
Kenslan at hevja okkara tjak, viðgerð og fólkaræðið uppá eitt hægri støði har savningarmegin verður styrkt - ikki tí at vit øll skulu vera samd - als ikki - men hendan serstaka upplivingin tá ið vit megna at vera ósamd á einum hægri fólkaræðisligum støði.
Tað eru gimsteinarnir undir einum burðardyggum, tryggum og nýskapandi samfelag!
Hetta vilja vit í Tjóðveldi fremja - tí hesar loysnir viðføra at vit øll avrika væl - leingi!
Sterkar sosialar skipanir saman við einum sterkum føroyskum vinnulívi - tað er vegurin fram.
Fyri teg, meg og Føroyar.
Steinbjørn Hardlei
Stjóri í Hardlei Consult, sum hevur sum tilverugrundarlag at hjálpa leiðarum í Føroyum at eydnast. Havi drúgvar leiðsluroyndir, m.a. verið rektari á Glasi, har eg eisini undirvísi. Til Løgtingsvalið 26. mars 2026 stilli eg upp fyri Tjóðveldi.











