Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, er vertur fyri vitjanini.
Mikudagin hava landsstýrismaðurin og herflotaráðharrin fund, har teir m.a. fara at umrøða trygdarstøðuna í Norðurhøvum, umframt samstarv og viðurskifti landanna millum.
Á vitjanini skal herflotaráðharrin eisini hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitja hjá Vørn, MEST, Arktis Kommando og Atlantic Airways.