Amnesty varpar ljós á samtykki

Aftur í ár hevur Amnesty gjørt egnan bás í Norðagøtu á ársins G! festivali. Vit hava tosað við Oline Lykke Grand, umboð fyri Amnesty

Hvat hevur fingið tykkum at koma á G!

 

- Vit eru farin á G! fyri at tosa um samtykki, kroppslig rættindi og mørk

 

Hvat er tykkara uppgåva å G!?

 

- Okkara uppgáva hevur verið at varpa ljós á samtykki, og hvat tað í veruliga merkir. Tá ið vit siga, at sex krevur samtykki, meina vit ikki, at fólk skulu skriva undir uppá ein sáttmála. Tað snýr seg heldur um at trúgva sær, at tey, sum man vil hava sex við, eru við uppá tað. Vit vilja eisini varpa ljós á, hví tað er so týdningarmikið, at vit í Føroyum fingu eina samtykkisgrundaða neyðtøkulóg í 2022. Áðrenn hesa lógin kom í gildi, skuldu neyðtøkuoffur prógva, at fysiskur harðskapur var partur av neyðtøkuni. Men hetta endurspeglar ikki veruleikan, tí sannleikurin er tann, at samblrt kanningum ‘frystir’ meginparturin av neyðtøkuoffrum. Tað vil siga, at tey uppliva at verða ófríviligað lammað, og tá er harðskapur ikki neyðugt fyri at neyðtaka. Tí vilja vit gera vart við, at tøkn ikki merkir, at ein samtykkir. Bara ja merkir ja.

 

Hvussu hevur móttøkan verið av tykkum?

 

- Móttøkan hevur verið orduliga góð. Bæði børn, ung og vaksin hava vitjað okkum í okkara bási á G!. Tá vit hava tosað við børn, hava vit sjálvandi ikki tosað um, at sex krevur samtykki. Í staðin fyri hava vit givið teimum tattoveringar við tekstinum “eg eri ein hetja”, ið snýr seg um at siga frá, um man sær, at onkur verður happaður.