Andy Burnham tikin í eið sum bretskur forsætisráðharri

Andy Burnham er nú formliga tikin í eið sum nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.

Charles kongur og Andy Burnham taka lógvatak á Buckingham Palace, eftir at Burnham varð tikin í eið sum nýggjur bretskur forsætisráðharri. Mynd: Aaron Chown/Ritzau Scanpix.

Tað hendi á Buckingham Palace í dag, har Charles kongur tók ímóti Labour-leiðaranum og bað hann skipa nýggja bretska stjórn.

 

Sambært Buckingham Palace játtaði Burnham umbønini frá konginum og varð síðani formliga útnevndur forsætisráðharri. Kongshúsið skrivar, at Burnham "kysti hondina" á konginum, men sambært BBC var talan í veruleikanum um eitt handtak, sum eisini sæst á myndunum frá løtuni.

 

Burnham var í audiens saman við konu síni, Marie-France van Heel.

 

Stutt frammanundan hevði fráfarandi forsætisráðharrin, Keir Starmer, verið hjá Charles kongi, har hann formliga legði frá sær embætið.

 

Andy Burnham varð valdur í bretska Undirhúsið á einum eykavali í juni. Tá var hann borgarstjóri í Greater Manchester, men legði tað starvið frá sær, tá hann varð valdur í tingið.

 

Keir Starmer boðaði fyrr í juli frá, at hann fór frá sum formaður í Labour. Tí varð einki formansstríð, og Burnham gjørdist nýggjur leiðari í flokkinum.

 

Starmer hevði verið Labour-formaður síðani 2020 og forsætisráðharri síðani valið í 2024. Hann fór frá eftir drúgvar atfinningar fyri ikki at hava betrað um privatbúskapin hjá bretskum húsarhaldum og fyri handfaringina av innflytingarmálum.

 

Ritzau/BBC

 

Charles kongur og Andy Burnham taka lógvatak á Buckingham Palace, eftir at Burnham varð tikin í eið sum nýggjur bretskur forsætisráðharri. Mynd: Aaron Chown/Ritzau Scanpix.