Ein arbeiðsvanlukka á heilsøluni hjá Poul Michelsen í Havn í gjárkvøldið hevur kravt eitt mannalív. Ein maður varð kleimdur millum ein trukk og eina hill í goymsluhøllini. Tað upplýsir stjórin í PM Heilsøluni, Gunnar Mohr, fyri Kringvarpinum.
Maðurin var einsamallur til arbeiðis, tá ið vanlukkan hendi, men ein bilføarir, sum kom at heinta vørur í bilin hjá PM, varnaðist vanlukkuna.
Eftir mannin, sum hevði fylt 42 ár í ovurmorgin, sita kona og trý smá børn.










