Argentinski forsetin boðar frá almennum frídegi - hóast finalutapið

Javier Milei vil sleppa at fagna leikarunum

Mynd: Ritzau Scanpix

Argentina tapti sunnukvøldið uppiborið 0-1 fyri Spania í HM-finaluni á MetLife leikvøllinum í East Rutherford.

 

Hóast tapið hevur argentinski forsetin, Javier Milei boðað frá einum almennum frídegi, nærri sagt einum halgidegi, har hann saman við fótbóltsøru tjóðini vil sleppa at fagna argentinsku leikarunum, hóast tað hesaferð bert rakk til HM-silvur. 

 

- Aftaná at hava staðfest stóra áhugan fyri at fagna avrikinum hjá tí argentinska landsliðnum, at vit fara at fagna leikarunum og venjarahópinum fyri avrikið teir hava framt. Hesin dagurin verður lýstur halgidagur í Argentina. Stendur í fráboðanini frá argentinska forsetanum. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix