Árni fór illa við NSÍ

Hóast NSÍ leingi av álvara bjóðaði av, so endaði tað við KÍ sigri, sum ber við sær, at silvurkrónurnar enda í Klaksvík

Tað endaði við 3-1 heimasigri, tá ið KÍ í kvøld hevði vitjan av NSÍ. Hálvleiksstøðan var 1-1, og í síðstu løtuna undan steðginum hevði NSÍ gyltan møguleika at leggja seg á odda. Men Petur Knudsen misnýtti brotssparki. Mark F. Jensen í KÍ málinum bjargaði meistarliga væl heilt niðri við stólparótina.

 

Sigurin hjá KÍ var tann 11. á rað. KÍ hevur framvegis møguleika at røkka 69 stig, men klaksvíkingar og øll onnur ásanna, at møguleikin at vinna fjórða FM heitið á rað er burtur. Víkingur hevur 69 stig, og um tað ikki eydnast víkingunum at vinna fleiri stig, so ber tað ikki til hjá KÍ at fáa bilbukt við málmunin hjá víkingunum.

 

-Nú hevur tað verið fínt hjá okkum í nógvar vikur, hóast leikligu avrikini ikki altíð hava verið so góð. Um NSÍ hevði lagt seg framum við brotssparki dygst undan steðginum, so hevði annar hálvleikur kanska verið heilt øðrvísti, enn hann var, sigur Jóannes Kalsø Davidsen hjá KÍ í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

-Byrjanin á kappingarárinum við nógvum skaðum og øðrum, sum ikki riggaði, kostaði so mikið nógv, at tað ikki bar til at vinna tað aftur. Vit ynskja Víkingi til lukku við FM heitinum og fara at bjóða av aftur næsta ár, sigur Jóannes K. Danielsen.

 

NSÍ venjarin Jens C. Wedeborg sigur seg vera væl nøgdar við avrikið hjá hansara monnum:

 

-Tað var týdningarmikið fyri okkum, at vit reistu okkum eftir vánaliga avrikið í Streymnesi, og tað gjørdu spælararnir. Tað var leingi javnt, og vit ansaðu væl eftir Árna og Páll. Árni fekk ein møguleika og skoraði til 2-1, og Páll fekk ein møguleika og skoraði til 3-1. Tað er staðfesting av, hvussu góðir teir eru í føroysku kappingini, staðfestir NSÍ venjarin.

 

At tað ikki hevur hilnast so væl hjá NSÍ seinastu vikurnar ber við sær, at B36 við sigri við Margáir í morgin hevur møguleika at vinna seg upp á 40 stig. NSÍ hevur 41 stig.

 

-Vit hava tveir grannadystir eftir – á Skála og á heimavølli ímóti B68. Tað eru tvey lið, sum hava nógv at spæla fyri, so talan verður um tvær finalur, bæði fyri mótstøðuliðini og fyri okkum. Nú er landsliðssteðgur, og vit fara at flyta fokus á dystin á Skála, staðfestir NSÍ venjarin.

 

Árni Frederiksberg var við í øllum KÍ málunum. Tað var eftir horna frá honum, at NSÍ gjørdi sjálvmál. Hann skoraði 2-1 málið eftir flatt innlegg úr vinstru, og tað var eftir fríspark frá Árna úr høgru, at Páll A. Klettskarð við handara stólpa og úr stuttari fjarstøðu skoraði sítt 21. mál í ár.

 

Steffan A. Løkin javnaði til 1-1, tá ið hann var fyrstur á returbólti. Hetta var 10. málið hjá Steffani í ár. Undan steðginum var NSÍ fleiri ferðir í góðum støðum, men tað spurdist ikki mál burturúr, tí síðsta avgerðin var ikki nóg neyv. Eitt nú var Klæmint A. Olsen tvær ferðir í heilt góðum støðum, men sendingin mitt fyri málið til hansara var ikki nóg neyv.

 

 

 

KÍ – NSÍ 3-1 (1-1)

 

1-0: sjálvmál 24.

 

1-1: Steffan A. Løkin 41.

 

2-1: Árni Frederiksberg 60.

 

3-1: Páll A. Klettskarð 68.

 

Dómari: Alex Troleis

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Alexander Berntsson, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, Albert Ejupi, Kristoffer Ødemarksbakken – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Joseph Michael Williams

 

NSÍ: Jón Petur Thomsen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, Rasmus Plauborg, Lars Agardius – Betuel Hansen, Yassine El Quatki, Steffan A. Løkin – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen