Articon fær nýggja leiðslu 1. oktober

Tá leggja teir báðir, sum stovnaðu felagið, Jón Sigurðsson og Niclas Joensen frá sær í leiðslu felagsins.

Tað var tann 20. januar í ár, at kunngjørt varð, at danska byggifyritøkan Per Aarsleff Holding A/S, ið er skrásett á danska keypsskálanum, saman við leiðslubólkinum í Articon hevði keypt P/F Articon.

Danska felagið eigur nú 80 prosent av felagnum, meðan nýggja leiðslan í felag eigur 10 prosent. Gamla leiðslan, Jón Sigurðsson og Niclas Joensen, eiga í felag 10 prosent av felagnum.

Í sambandi við leiðsluskiftið bjóðar Articon til almenna móttøku fríggjadagin 3. oktober klokkan 15-17 í hølum felagsins á Hjalla 20 í Hoyvík.

Felagið skrivar í innbjóðing, at frá 1. oktober lata stovnararnir Jón Sigurdsson og Niclas Joensen ábyrgdina víðari eftir mong ár við róðrið.

– Báðir halda fram sum nevndarlimir í felagnum. Nýggi leiðslubólkurin verður mannaður við Sunnvard Andreasen sum stjóra (CEO), Torleif Waagstein sum rakstrarstjóra (COO) og Christian Danielsen sum fíggjarstjóra (CFO).

– Vit gleða okkum at bjóða til eina hugnaliga løtu við røðum, tónleiki og ábiti, har gestir eisini fáa høvi at heilsa upp á fráfarandi og nýggju leiðsluna, skrivar Articon, sum leggur afturat:

– Øll eru hjartaliga vælkomin.