Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag.
Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen á útivølli í Kristiansand taptu 0-1 fyri Start.
Gullbrandur Øregaard var á vøllinum í 82 minuttir, tá lið hansara, Sandnes ULF á heimavølli tapti 0-3 fyri Åsane.
Standurin er einki serligur á stigatalvuni hjá báðum føroyingaliðunum. Mjøndalen er triðaftast í deildini við 14 stigum, og Sandnes ULF er aftast í deildini við 10 stigum.
Komandi leygardag klokkan 15 verður føroyingauppgerð. Tá tekur Mjøndalen á heimavølli móti Sandnes ULF.