Hetta gjørdist eitt misjavnt umfar fyri føroyingaliðini í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í dag vann liðið hjá Hørði H. Askham, Roskilde 2-1 á Ishøj á útivølli.
Roskilde var á odda 2-0 í steðginum. Emil Nielsen skoraði bæði málini. Tíverri slapp Hørður ikki á vøllin fyrrenn heilt móti dystarenda. Men tað er so betur enn eingin spælitíð.
Roskilde er triðfremst í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir.
Ígjár tapti liðið hjá Andrassi Johansen (myndin) á útivølli 0-1 fyri Næstved. Andrass kom á vøllin í 58. minutti.
Seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, tá Næstved skoraði sigursmálið.
Fremad Amager er næstaftast í deildini við bert einum stigi fyri tríggjar dystir.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Roskilde heimadyst móti Vendsyssel FF. Somu klokkutíð hevur Fremad Amager dyst á útivølli móti Skive.