BARA BARA PAPPÍR

Ólavsøkuframsýning við Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Beintu á Torkilsheyggi, Guðrið Syderbø og Mariu Luihn í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 16 i Smiðjuni í Lítluvík. Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, setur framsýningina og Petra Iversen syngur.

Listakvinnurnar eru sjálvar til staðar ólavsvøkuaftan. Opið er: 28. frá kl. 16-19 og 29. & 30. frá kl. 14-19.

Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn eru millum okkara fremstu listafólk. Tær hava havt framsýningar saman og hvør sær í mong ár, bæði her heima og runt um í verðini. Tær hava eisini havt stórar prýðisuppgávur.

Til Ólavsøkuframsýningina í ár hava tær bjóðað trimum av okkara fremstu og mest spennandi yngri listakvinnunum við; Beinta á Torkilsheyggi, Guðrið Syderbø og Maria Luihn.

Beinta á Torkilsheyggi er fotografur og hevur sína útbúgving frá University of Arts í London og London College of Fashion. Hon hevur fingið virðislønir sum leikstjóri til heimildarfilmin Heartist, og heuvr hópin av uppgávum og framsýningar heima og uttanlands.

Guðrið Syderbø er listgrafikari og hevur útbúgving sum grafiskur sniðgevi frá Deko&Print og Copenhagen Technical College. Hon hevur havt framsýningar m.a. í Listasavninum og í Gallarí Havnará. Hennara listagrafikkur verður nógv seldur uttanlands og hevur stóran altjóða áhuga.

Maria Luihn er teknari og listhandverkari við útbúgving frá Plus-Skolen í Noregi, Universitetinum i Oslo og hon hevur sveinaprógv sum gullsmiður. Maria hevur havt framsýningar í Noregi, í Listasavninum og í Gallarí Havnará, og hon hevur gjørt spennandi myndprýðingar og havt hópin av uppgávum uttanlands og her heima.

Vit bjóða til Bara Bara Pappír: akvarell, grafikkur, tekningar, fotomyndir og okkurt til góman. Listaverkini eru til sølu. Vælkomin í Smiðjuna á ólavsvøku.