Tríggjar bøkur vóru í uppskoti: grønlendska "Pilu" eftir Uilu Pedersen og myndprýdd av Susanne Jensen, íslendska "Tjørnin" eftir Rán Flygenring og føroyska "Í morgin fari eg aftur at spæla við babba" eftir Helenu Kannuberg og myndprýdd av Lenu Nicolajsen.
Vinnari í ár varð grønlendska bókin "Pilu". Í grundgevingini sigur metingarnevndin millum annað:
"Pilu er ein ævintýrkend og poetisk frásøgn um dirvi, sjálvsálit og um at finna sína egnu leið. Bókin gevur børnum styrki til at flyta seg á ókendar ferðir ... Hon dregur træðrir til grøndlendskar mýtur og sagnir, har havið, fjallið og djóralívið hava avgerandi týdning. Samstundis talar hon til øll børn, ið ivast í egnum evnum."
Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins verður handað á øðrumhvørjum ári. Endamálið við virðislønini er at styrkja barna- og ungdómsbókmentir í útnorðri.
##med2##












