Romelu Lukaku broytti dystin, tá hann varð skiftur inn í hálvleikin og skoraði fyrsta belgiska málið. Mynd: Lee Smith/Reuters.

Belgia vendi 0-2 til 3-2 og sendi Senegal úr HM

Belgia var á veg út úr HM, men við trimum málum síðstu løtuna og í longdu leiktíðini eydnaðist kortini at vinna 3-2 á Senegal.

Romelu Lukaku broytti dystin, tá hann varð skiftur inn í hálvleikin og skoraði fyrsta belgiska málið. Mynd: Lee Smith/Reuters.

Senegal hevði tamarhald á dystinum frá byrjan og legði seg á odda eftir 24 minuttir, tá Habib Diarra var fyrstur á returinum eftir eitt stangarskot.

 

Stutt eftir steðgin gjørdi Ismaila Sarr tað enn verri fyri Belgia, tá hann økti til 2-0. Einki bendi tá á, at Belgia skuldi megna at venda dystinum, og spælararnir vóru eisini ósamdir sínámillum á vøllinum.

 

Men innskifti Romelu Lukaku gav belgum nýtt lív. Fimm minuttir fyri leiklok minkaði hann um munin til 2-1, og í 89. minutti javnaði liðskiparin Youri Tielemans við einum skallara, eftir at málverjin hjá Senegal hevði mist tamarhaldið á einum innleggi.

 

Harvið fór dysturin í longda leiktíð.

 

Belgia var greitt omaná í fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini, men avgerðin fall ikki fyrr enn beint undan brotssparkskapping.

 

Youri Tielemans varð feldur í brotsteiginum, og eftir eitt drúgt VAR-kanningararbeiði dømdi dómarin brotsspark. Senegal mótmælti harðliga, men dómarin stóð við sína avgerð.

 

Tielemans legði sjálvur bóltin á blettin og sendi hann trygt upp í málhornið til 3-2.

 

Harvið hevði Belgia staðið fyri eini óvæntaðari vend og tryggjað sær pláss í áttandapartsfinaluni, har liðið skal spæla móti annaðhvørt USA ella Bosnia og Hersegovina.

 

##med2##

 

/Ritzau/

 


 

 

Romelu Lukaku broytti dystin, tá hann varð skiftur inn í hálvleikin og skoraði fyrsta belgiska málið. Mynd: Lee Smith/Reuters.

Liðskiparin Youri Tielemans skoraði sigursmálið upp á brotsspark eftir VAR-kanning í longdu leiktíðini. Mynd: Alex Grimm/Ritzau Scanpix.