Tað endaði 1-1, tá ið FC Hoyvík í dag hevði vitjan av B71. Tá ið hesi somu feløg hittust 27. apríl á Sandi, vann B71 2-0, meðan Bill Jacobsen og hansara menn í FC Hoyvík 22. juni fóru av vøllinum inni í Dal og í tunnilin við 2-1 sigri.
FC Hoyvík var heilt leingi í tungum sjógvi, men nú er farið at líkjast. Síðani 2-1 sigurin á útivølli ímóti B71 hevur FC Hoyvík ikki tapt. Úrtøkan í fýra dystum er ein sigur og tríggir javnleikir. Nú leygardagin fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti HB. FC Hoyvík er næstaftast við 13 stigum, og HB er aftast við 10 stigum. KÍ er á áttanda plássi við 15 stigum.
Í dag var tað Petur Frank Holm, sum í 18. minutti legði FC Hoyvík á odda 1-0. Hetta var fimti dystur hjá Petur Frank Holm í næstbestu deildini í ár, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var málskjútti.
B71 javnaði til 1-1, tá ið ein tími var farin. Málskjútti var Sproti úr Dímun. Hetta var aðru ferð í ár, at 19 ára gamli Sproti úr Dímun var málskjútti í næstbestu deildini. Pápi hansara Jógvan Jón Petersen var í síni tíð á besta liðnum hjá B71. Nú eru Eva og hann á Stóru Dímun, har Sproti er vaksin upp.
B71 hevur 26 stig og er sætta plássi saman við TB, sum eisini hevur 26 stig men heldur frægari málmun enn B71.
Í 19. umfari fer B71 leygardagin at spæla á útivølli ímóti NSÍ.