Jóannes Bjartalíð hevur spælt fyrsta kappingardystin við FC Kyzylzhar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini, og talan gjørdist um eina dreymabyrjan í dysti á heimavølli móti Kaspij Aktau.
Tá klokkan vísti 89 minuttir fekk Jóannes eina góða sending frá Gleb Valgushev, og hann tók og sendi bóltin í netið til sigursmálið 2-1 til FC Kyzylzhar.
Jóannes var ikki við frá byrjan, men kom á vøllin eftir steðgin.
Útiliðið legði seg á odda longu í 12. minutti, og teir høvdu leiðsluna til 83 minuttir vóru leiktir, tá áleyparin frá Fílabeinsstrondini, Etienne Beugre javnaði til 1-1.
Mánadagin 16. mars hevur FC Kyzylzhar dyst á útivølli móti Ulytau. Dysturin byrjar fyrrapartin klokkan níggju - føroyska tíð.










