Bjartalíð var á vøllinum aftur fyri fyrstu ferð síðani 5. mai

Brandur Hendriksson hevur ikki fingið spælitíð seinastu dystirnar

Fyri sjeyndu ferð í 17 dystum leikti Fredrikstad javnt í einum dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í dag leikti Fredrikstad javnleik 0-0 móti KFUM Oslo. Meðan Mikkjal K. Thomassen enn var venjari vann Fredrikstad á útivølli 4-1 á KFUM Oslo.

 

Tað gleðiliga í dag var, at í 75. minutti kom Jóannes Bjartalíð á vøllin fyri Fredrikstad. Hetta er fyrstu síðani 5. mai, at Bjartalíð er at síggja á vøllinum.

 

Brandur H. Olsen sat á beinkinum hjá Fredrikstad, men fekk ikki spælitíð í dag. Brandur hevur seinastu fimm dystirnar bara fingið 13 minuttir á vøllinum fyri Fredrikstad.

 

Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 28 stigum. Bert ein verri málmunur skilir Fredrikstad frá Molde, ið er á fjórða plássinum sum gevur atgongd til Evropa komandi kappingarár.

 

Bodø/Glimt er greitt oddalið í deildini við 40 stigum.

 

Komandi dystur hjá Fredrikstad er á heimavølli 14. august. Tá kemur Haugesund á vitjan.