Møguleiki var í dag hjá TB av álvara at bjóða av í kappingini um at flyta upp.
11. august er føðingardagur hjá Gilla Rólantsson Sørensen, og tað hevur verið vorðin sum 32 ára føðingardagsgáva hjá honum, um tað eydnaðist TB at vinna fulla úrtøku ímóti B36. Árstalsfelagið lá leingi fyrr í ár á odda í næstbestu deildini, men seinsatu ferðirnar hevur tað ikki hilnast hellt so væl.
Í dag vann B36 1-0 við Stórá í Trongisvági. Einasti málskjúttin var Tobias Hansen, sum varð skiftur inn á B36 liðið beinanvegin eftir steðgin. Í B36 málinum var Bjarti Vitalis Mørk. Umframt at hann var sera stinnur millum stólparnar, so átti hann eisini uppleggið til málið, sum Tobias Hansen skoraði í 74. minutti. 19 ára gamli Tobias Hansen er toppskjútti hjá B36 í næstbestu deildini. Hann hevur skorað átta mál.
Burtursæð frá málverjanum var eingin við á ferðini í Trongisvági í dag, sum plagar at vera á listanum hjá besta liðnum. Teir fyrireika seg allir til mánakvøldið at spæla í bestu deildini ímóti Víkingi.
Úrslitið í Trongisvági í dag ber við sær, at B36 saman við FC Suðuroy hevur 34 stig og er eitt stig aftanfyri toppliðið Víking. AB hevur 30 stig, og TB er á fimta plássi við 26 stigum.
Leygardagin fær B36 vitjan av grannunum í AB, og tá fer TB at spæla á útivølli ímóti oddaliðnum Víkingi.