Børn detta niður ímillum skipanina – hvør hevur ábyrgdina?

 

 

Tá eitt barn ikki trívist í fólkaskúlanum, eigur skipanin at lofta trupulleikanum.

 

Hví er tað so ein afturvendandi trupulleiki, at barnafamiljur stríðast við skúlaskipanina vit hava? Tað eru afturvendandi klagur og greinar á fjølmiðlunum um trupulleikan og neyðarróp á sosialu miðlunum.

 

Serliga álvarsamt er tað, tá talan er um børn við serligum tørvi, einari diagnosu ella einum rørslutarni. Nógvar familjur kenna seg noyddar at flyta børnini í annan skúla, og í øðrum førum eisini at flyta bústaðin, tí kapasitetur ella røttu tilboðini mangla.

 

Men hvat hendur, tá álitið til tann vaksna er brotið? Tá mistrivnaðurin hevur vart so leingi, at barnið aftur og aftur boðar frá, uttan at verða hoyrt, og einki broytist á skúlans grund. Tá missa foreldur skjótt álitið á skúlan og teirra førleikar at veita grundleggjandi trygd og neyðugan lærdóm.

 

Trivnaður í skúlanum krevur eitt gott samstarv millum skúla, fakfólk og foreldur. Álitið er grundarlagið, uttan tað lofta vit ikki trupulleikanum.

 

Børn hava rættindi til eitt trygt skúlaumhvørvi, har tey verða sædd, hoyrd, vird og tikin í álvara. Hesa ábyrgd bera vit øll í felag.

 

Stoltleikin má leggjast til síðis. Tíðin er búgvin at viðurkenna trupulleikan og koma saman um loysnir. Við barnaverkætlanini í huga mugu vit implementera átøk frá ovastu røð, áseta hvørji kor vit ynskja fyri okkara minstu borgarar og arbeiða miðvíst fyri at byggja álitið av nýggjum.

 

Trupulleikin er eisini skjalfestur. í 2021 kom grein út á in.fo um vaksandi skúlaaftran.  Í 2026 skrivar Pætur Zachariasson síni PhD-verkætlan um sama evnið. Og í 2025 kom frágreiðing frá barnaverkætlanini út um trivnaðin hjá børnunum. 

 

Frágreiðingin vísur at børnini stúra fyri harðskapi og síggja ikki stuðul frá teimum vaksnu. Í frágreiðingini sæst, at stúranin endurspeglar manglandi átøk frá teimum vaksnu, ið eiga at vera teirra trygdarnet (s. 32-33). Børn í útjaðaranum vísa á teir manglandi førleikarnar at eygleiða sosialu útihýsanina, ið fer fram (s. 37), tey verða ikki sædd ella hoyrd, harvið veksur eitt misálit á tey vaksnu rundanum (s. 39-40). Hetta kann verða meira skaðandi, enn sjálva hendingin.

 

Frágreiðingin staðfestir, at trivnaðarætlanir ikki eru nøktandi. Trupulleikin rakar alt samfelagið, men nú er hann eisini skjalfestur, og tí er ikki rúm fyri at bíða longur. Talan er um eina felags ábyrgd, sum krevur handling og samstarv frá ovastu røð og niður.

 

Amanda Elisabeth Garðalíð, valevni fyri Javnaðarflokkin