Ukrainski havnarbýurin Odessa varð í nátt raktur av einum russiskum dronuálopi, og eldur kom í ein íbúðarbygning.
Í minsta lagi ein persónur er deyður, upplýsir borgarstjórin í Odessa, Hennadij Trukhanov, í boðtænastuni Telegram, sambært AFP.
- Odessa varð álopin av fíggindaligum dronum - fleiri enn 20 í tali nærkaðust býnum úr ymsum ættum.
- Eldur er komin í ein bygning, og bjargingarfólk hava bjargað fólki. Higartil hevur eitt menniskja latið lív, skrivar Hennadij Trukhanov.
Seinni boðaði bjargingartænastan í Odessa-landslutinum frá, at fimm fólk vóru bjargað úr brennandi íbúðum.
Eitt av fólkunum, ein kvinna, doyði síðani, upplýsir bjargingartænastan.
Odessa, sum liggur við Svartahavið, hevur javnan verið mál fyri russiskum álopum í meira enn trý ára drúgva krígnum.
Søguligi miðdepilin í býnum er á heimsarvslistanum hjá UNESCO.
Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til álopið á Odessa.
Russiska verjumálaráðið boðar í staðin frá ukrainskum dronuálopum og at russiskar loftverjuskipanir skutu 87 ukrainskar dronur niður fríggjakvøldið. Íroknað fimm kring Moskva.
Meðan kríggið í Ukraina heldur fram, verður heitt á russiska forsetan, Vladimir Putin, frá bæði evropeiskum og amerikanskum pørtum um at steðga tí.
Fríggjamorgunin samtyktu ES-londini 18. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi.
Fyrr í vikuni boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at hann fer at seta amerikansk toll- og revsitiltøk í verk móti Russlandi, um Russland ikki fær eina avtalu um vápnahvíld innan 50 dagar.
USA fylgdi fyri stuttum eini felags áheitan frá NATO-verjusamgonguni og Ukraina um at lata Patriot-loftverjurakettirnar til Ukraina.
Ukrainska stjórnin sær Patriot-skipanina sum avgerandi fyri at verja býirnar í landinum móti russiskum loftálopum.
Ritzau/AFP