Búskaparlig fram­gongd skal tryggja hald­førið

Tíðirnar eru góðar, og vit í Føroyum hava ongantíð havt tað so gott, sum vit hava tað í dag. Vit hava eitt fan­tast­iskt sam­fel­ag. Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi. Tað skulu vit gera alt fyri at varð­veita og gera enn betur.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins í tíðargrein í Sosialinum hetta vikuskiftið:

 

 

 

Tá Búskaparráðið legði vár­freið­ing­ina fram her­fyri, varð staðfest, at bú­skap­ar­vøksturin heldur fram. Vøkst­ur­in verð­ur vænt­andi 6,2 prosent í 2026, og Bú­skap­ar­ráðið staðfestir eis­ini, at undirskotið á fíggj­ar­lóg­ini í 2025 helst verður minn­i enn væntað.

 

So skuldi ein hildið, at tað stend­ur so mikið væl til, at eing­in orsøk er at broyta bú­skap­arpolitikkin.

 

Men soleiðis er ikki. Reyðu lampurnar eru farn­ar at lýsa, hóast góðu bú­skap­ar­ligu gongdina.

 

Vit hava ein strukturellan trup­ul­leika í rakstrinum av før­oyska samfelagnum, sum okk­urt má gerast við. Gera vit einki við hetta, so gong­ur tað útyvir haldførið í før­oyska búskapinum.

 

Júst hetta ávarar B­ú­skap­ar­ráð­ið eisini um í nýggj­astu frágreiðingini, og sama Búskaparráð metir, at und­ir­skot­ið frá 2023 til 2027 verð­ur 1,2 mia. kr.

 

Fleiri átøk skulu gerast fyri at betra um haldførið, og eg havi nøkur ítøkilig boð uppá, hvat skal til fyri at tryggja, at búskapurin verð­ur lagdur í eina legu, so­leið­is at okkara fíggjarliga grund­ar­lag at liva í Føroyum hong­ur saman.

 

Víðka um inn­tøku­grundarlagið

 

Eitt av málum Sam­bands­floks­ins er, at inn­tøku­grund­ar­lagið skal víðkast. Hetta skal gerast við mill­um øðrum at økja um ar­beiðs­fjøld­ina, og at vit skulu hava fleiri fíggjarlig bein at standa á.

 

Eitt økt og stabilt útboð av ar­beiðsmegi er eisini við til at varð­veita og menna okk­ara væl­ferð­ar­sam­fel­ag, har stórur tørvur er á røkt­ar­starvs­fólki og inn­an fram­leiðslu­vinn­una. Vit hava longu hægsta ar­beiðs­títt­leika í Før­oy­um, og vit skulu á­hald­andi eggja før­oy­ing­um til at vera á ar­beiðs­markn­að­i­num, so leingi tey hava hug og orku at ar­beiða.

 

Enn fleiri føroyingar skulu flyta heimaftur, og vit skulu eisini hava tey fyrr heim­aft­ur, enn í dag.

 

Mótrokningin hjá pen­sjón­ist­u­num skal takast av, held­ur enn at hækka pen­sjóns­ald­urin.

 

Arbeiðsinntøkan hjá ein­um pensjónisti,  ið er om­an­fyri kr. 61.900 verður í dag mót­roknað.  Um mót­rokn­ing­in verður avtikin og inn­tøk­an hjá 400 pensjónistum hækk­ar úr kr. 61.900 uppí kr. 200.000, so fer hetta at geva um­leið 47 mió. kr meir í al­mennu kassarnar. 20 mió. kr í skatti og 27. mió. kr meir í nýtsluinntøkum. Hetta fíggj­ar kostnaðin av at av­taka mótrokningina.

 

Fiskivinnan hevur tænt okk­um væl, og saman við ali­vinn­uni hevur fiskurin ver­ið grund­ar­lag­ið und­ir okk­ara sam­felag. Í løtuni fæst nógv av serliga botnfiski, og prís­ur­in er góður. Somu­leið­is hevur prísurin á laksi og upp­sjóv­ar­fiski verið í hæddini.

 

Góða fískaríið og góði prís­ur­in er millum annað or­søk­in til, at Búskaparráðið metti skeivt, tá tey mettu um inn­tøk­ur­nar í 2025. Inn­tøk­ur­nar vóru hægri enn mett, tíbetur.

 

Vit eiga tó ikki at dúva upp­á, at høgur fiskaprísur hvørj­a­ferð bjargar einum und­ir­skoti á fíggjarlógini. Vit mugu sjálvi syrgja fyri at hava ein so góðan struk­tur, soleiðis at vit ikki verða ov hart rakt, tá fisk­a­rí­ið ella prísirnir á heims­markn­að­i­num svíkja.

 

Hyggja vit at søgu okk­ara, so síggja vit, hvat tað ger við okkara samfelag, at vit eru so bundin av einari vinnu.

 

Vit síggja stór sveiggj í bú­skap­i­num, tá prísurin er lág­ur, og fiskiskapurin er ván­a­ligur, og hettar hevur eis­ini stórar avleiðingar í sam­fel­ag­num.

 

Fyri at sleppa undan he­sum sveiggjunum, eiga vit at styrkja aðrar vinnugreinar.

 

Tað eru vakstr­ar­møg­u­leik­ar í maritimu tæn­astu­vinn­u­num. Nýggj vinn­u­øki eru millum annað inn­an skip­a­smíð, tæn­ast­ur til ferðsl­una í Norð­ur­at­lants­havi, fólkaflutning og pro­vi­an­ter­ing.

 

Grundarlagið undir ferða­vinn­uni eigur at verða breiðk­að, og á henda hátt kunnu fólk í Føroyum liva av vinn­uni alt árið. Fyri nøkr­um árum síðani bleiv sett sum mál, at føroysk ferða­vinna í 2030 tilsamans skal hava ein umsetning upp­á tvær milliardir krónur.

 

Harav skal vinnu­ferð­a­vinn­an standa fyri helvtini, sum er ein milliard.

 

Sambandsflokkurin fer at leggja nógv fyri at menna vinnu­ferð­a­vinnuna.

 

Vit eiga at gera Føroyar til ein KT-vakstrardepil, og hetta økið eigur at mennast. Verð­ur tað gjørt, ber til at út­flyta KT-loysnir, og út­flutn­ing­ur­in kann gerast ein stór­ur vinningur fyri sam­felagið.

 

Eg haldi, at vit skulu tora at seta høg mál, so at vit í 2035 skulu útflyta KT-tæn­ast­ur fyri 800 mió. kr. Um vit ikki tora at seta okkum høg mál, so flyta vit okkum ikki úr stað.

 

Ikki minst eiga vit at styrkja íverksetanarhugin. Har eru nógv átøk, ið eru skjót og løtt at gera, sum lætt­liga kunnu kveikja hug­in at vera íverksetari.

 

Nýggjar í­verk­seta­r­a­fyr­i­tøk­ur eiga at fáa skatta­fyri­mun­ir, og so haldi eg, at vit eiga at brúka ein part av tí, sum landskassin fær inn í til­feing­is­gjøldum til at stuðla upp­undir íverksetan og vinnu­fremjan.

 

Á henda hátt brúka vit peng­ar frá vinnuni til at styrkja nýggjar vinnu­grein­ar. Alt samfelagið vinnur av hes­um.

 

Alt landið skal eiga lut í framgongdini

 

Løgtingið hevur samtykt at fara undir at prosjektera Suð­ur­oy­ar­tunn­ilin. Ein stór verk­ætl­an. Men ein verk­ætl­an sum fer at hava ó­met­a­liga stóran týdning fyri alt sam­felagið.

 

Tølini tala sítt týðiliga mál. Suðuroyggin hevur ikki fing­ið lut í tí framgongd, sum restin av Føroyum hava havt nógv seinnu árini. Ar­beiðs­loys­ið í Suðuroynni er størri enn aðrastaðni, frá­flyt­ingin er størri og aldurs­sam­an­set­ingin er øðrvísi enn aðra­staðni í Føroyum.

 

Suðuroyggin er partur av okk­ara landi, og tí skal Suð­ur­oygg­in og suðuroyingar hava sama lut í menningini, sum aðr­ir borgarar eisini hava fing­ið og fara at fáa.

 

Fyri at knýta Suð­ur­oynna uppí restina av sam­fel­ag­num umvegis vega­net­ið, kunnu vit brúka stór­rakstr­ar­fyr­i­mun­ir­nar í Rík­is­fel­ags­skap­i­num. Vinstri hevur gjørt greitt, at tey vilja arbeiða fyri, at tað ber til at fíggja Suð­ur­oy­ar­tunn­il­in umvegis eitt stats­­lán.

 

Halda fyri­bils­met­ing­ar­nar um kostnaðin av einum tunnli til Suðuroyar, so ber til at spara útivið eina mill­i­ard í rentuútreiðlum við ein­um statsláni.

 

Tamarhald á búskapinum

 

Týdningarmest av øllum er, at vit stýra búskapinum við skili og  fastari hond, so vit fáa sum mest fyri hvørja skatta­krónu. Stovnar skulu hava eina hóskandi stødd, har vit fáa eitt fakligt um­hvørv­ið, soleiðis at borgarin og vinn­an fær best møguliga tæn­astu.

 

Eisini er av alstórum týdn­ingi, at sleppast kann und­an dupultfunktiónum á okk­ara almennu arbeiðs­pláss­um.

 

Inntøkur og útreiðslur ganga hond í hond, um vit vilja tryggja haldførið í bú­skap­i­num, og tí má hyggj­ast bæði at reka sam­fel­ags­stovn­ar á mest skyn­sama hátt, samstundis sum inn­tøku­grund­ar­lagið verður víðk­að.

 

Sambandsflokkurin er til reið­ar at taka við tí ábyrgd, sum fylgir við at standa við landsins leiðslu.

 

 

 

Bárður á Steig Nielsen

 

formaður í Sambandsflokkinum