Í svari til ein sokallaðan § 20 fyrispurning sigur danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, at Danmark er eitt rættarsamfelag, sum leggur stóran dent á effektivt altjóða samstarv um millum annað ákæru fyri brotsverk.
- Vit í Danmark nýta javnan altjóða samstarv um útflýggjan av brotsmonnum í málum, har illgrunasamir gerningsmenn í revsiverdum brotsverkum royna at sleppa undan ákæru í Danmark, stendur at lesa í svarinum.
Peter Hummelgaard leggur dent á, at tað er avgerandi, at ein útflýgging í tí málinum fer fram "við virðing fyri miðvísum rættarreglum" og galdandi útflýggingarlóg.
Í gjár upplýsti løgmálaráðið, at tað hevur fingið eina formliga útflýggingaráheitan um Paul Watson úr Japan.