Tíðindaskriv:
Vilja vit hava javnstøðu á tingi, má veljarin hava nokk av báðum kynum at velja í 26. Mars. Tískil ræður um at skipa so fyri, at øll, ið ivast, um tey skulu bjóða seg fram, fáa allan neyðugan stuðul. Saman við royndum politikarum verður høvi til at fáa svar upp á einhvønn brennandi spurning, sum møgulig valevni munnu ganga við, áðrenn avgerðin verður
Á skránni verður millum annað:
- Framløgur frá Demokratia um kvinnur og uppstilling – hví stilla færri kvinnur upp enn menn?
- Sofaprát við fyrrverandi tinglimum, sum greiða frá um sína yrkisleið og svara spurningum frá áhoyrarum
- Tónleikainnsløg
Valevnislistarnir skulu latast inn í seinasta lagi á grækarismessu 12. mars, og tí ræður nú um at skipa so fyri, at øll møgulig valevni fáa neyðuga stuðulin, sum krevst, til at taka stóru avgerðina um at bjóða seg fram til løgtingsvalið.
Tiltøkini eru ókeypis, og øll eru vælkomin!
Til frama fyri størri kvinnuumboðan á tingi.
Demokratia
##med2##












