Dimmalætting er aftur á gøtuni

Hendan jóla-Dimman er 96 síður við góðum lesnaði, bæði til álvara og gamans.

Nú Løgtingið samtykti, at vit skulu hava fría fosturtøku, hava vit tosa við ein Eilif í Syðrugøtu, sum sigur, at tað kundi verið hann.

Mamma hansara var 43 ára gomul, tá ið hon varð við barn. Men læknin spyr hava um hon ikki vil hava fosturtøku tí tað er stórur vandi fyri, at barnið­ fór at hava brek, eitt nú downs syndrom.

Men konan tók alt fyri eitt avgerð um, at fosturtøku skuldi hon ikki hava.

Hon átti ein son, sum nú er vaksin maður og sjálvur eigur børn

– Eg má siga, at eg føli meg nokk so heldigan, at eg fekk loyvi til at liva, sigur hann.

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, staðfestir, at síðsta orðið er ikki sagt í málinum um fosturtøku, men hann heldur, at hetta fer at kosta Sambandsflokkinum dýrt.

Í tí sambandi tók Súsanna Bertholdsen eina drastiska avgerð, men tað hevur hon ikki angrað eina einastu løtu.

Vit hava samrøðu við australiumannin, Phil Freere, sum av tilvild endaði í Klaksvík og nú er ein av oddamonnunum innan ítrótt har.

Hann skuldi bara verða eitt bil - men so hitti hann eina klaksvíksgentu og so varð hann verandi.

Og nú hevur hann eisini fingið foreldrini úr Avstralia til Føroyar - og nógv bendir á, at tey verða eisini verandi.

Í Dimmalætting tosa vit eisini Oddbjørn Joensen, fyrrverandi botsnilling í KÍ og HB, sum hevur roynt at sindur av hvørjum, men sum nú er mest kendur sum beinrakin, og ofta bersøgin, viðmerkjarið í Kringvarpinum. Hann heldur, at føroyingar eru alt ov konservativir og hann skilir ikki hvussu ein flokkur sum Sambandsflokkurin, yvirhøvur kann vera til í Føroyum.

Egil Hoydal greiðir frá um ferðina við fyrsta ferðafólkaskipinum, sum kom til Føroya beint eftir seinna heimsbardaga. Hann sigur okkum nøvnini á fleiri av teimum, sum vóru við, og nú er hann farin at leita eftir teimum, ella eftirkomarum, við tí endamáli at hittast aftur.

Vit tosa við Poul Andrias Ziska, sum læt nýggja matstovu upp í Havn- og fekk ikki færri enn tvær Michelinstjørnur upp á onga tíð.