Dømd fyri at happa forsetafrúuna í Fraklandi

Átta menn og tvær kvinnur í aldrinum 41 til 65 ár eru funnin sek í netmobbing av forsetafrúnni í Fraklandi, Brigitte Macron, avgjørdi ein dómstólur í franska høvuðsstaðnum, París, í dag.

Tíggju fólk eru funnin sek í talgildari happing av konu franska forsetan, Brigitte Macron, á netinum. (Savnsmynd). - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix

Revsingin er ymisk. Frá at skula á skeið um netmobbing til átta mánaðir treytaðan fongsul.

Tey vóru ákærd fyri á sosialu miðlunum at halda uppá, at forsetafrúan var fødd sum maður. Teu vóru eisini skuldsettir fyri at knýta 24 ára aldursmunin millum franska forsetan Emmanuel Macron og konu hansara at pedofili.

Forsetahjúnini hava eisini stevnt í USA móti podcastaranum Candace Owens, sum eisini hevur ført fram, at Brigitte Macron var ein maður.

 

/Ritzau/

 

Tíggju fólk eru funnin sek í talgildari happing av konu franska forsetan, Brigitte Macron, á netinum. (Savnsmynd). - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix