Dreingirnir skulu til Ongland, Kýpros og Niðurlond

Nú er greitt, hvussu U17 og U19 landsliðini í fótbólti við dreingjum skulu spæla í EM undankappingunum komandi ár

Mynd: UEFA

FSF skrivar: 

 

Fyribils hava U17 og U19 landsliðini við dreingjum tríggjar EM kappingar á skránni í komandi ári, og mikudagin var lutakast um, hvørji mótstøðulondini verða.

 

Fyri U17 dreingirnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at til fyrru kappingina, sum verður í mars, eru Føroyar í bólki B1, saman við Ísrael, Englandi og Estlandi. Kappingin verður í Englandi frá 25. til 31. mars.

 

Seinna kappingin hjá U17 dreingjunum verður í døgunum 27. til 31. oktobur, og tá skulu Føroyar møta Kýpros, sum verður vertur fyri kappingini, og Rumenia.

 

U19 landsliðið við dreingjum kom í bólk B5, og skal spæla ímóti Niðurlondum, Norðurmakedónia og Moldova. Kappingin verður í Niðurlondum frá 25. til 31. mars.

 

Í morgin, hósdagin, verður kastað lut um, hvørjum U17 og U19 landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM undankappingunum í 2026. Skrivar FSF.

 

Mynd: UEFA