Bretska poppstjørnan Olly Murs spældi á Summar Festivalinum fríggjakvøldið.
Á ferðini higar legði hann nøkur videobrot út á Instagram, har hann tosaði um at fara til Føroya. Hann segði seg vera sera spentan til konsertina. Eisini tí, at hann ikki visti, hvat hann skuldi vænta, um fólk fóru at kenna sangirnar og syngja við.
Eftir konsertina var Olly Murs bæði overfegin og ovfarin.
– Hatta hevði eg ikki væntað. Hatta var ein av mínum bestu upplivingum nakrantíð, segði Olly Murs á Instagram eftir framførsluna á Vágsbø.
Hann greiðir frá, hvussu fólk "moshpittaðu" til fleiri av sangunum. "Moshpit" er hugtak, sum verður brúkt, tá ið fólk dansa og hoppa vilt og næstan uttan fyrilit fyri hvørjum øðrum á einari konsert. Hetta er serliga vanligt til tungmálmskonsertir – men ikki til poppkonsertir.
– Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi. Fólk "moshpittaðu" til sangirnar "Up" og "Troublemaker", segði Olly Murs og flenti so hjartaliga.
Hann hevur eisini lagt video út fyrrapartin, har hann framvegis tosar um óvanligu upplivingina á Summar Festivalinum. Hann liggur í songini á gistingarhúsinum og flennir eftir, hvussu lívligir áhoyrararnir vóru.
Hann vísir eisini vakra útsýnið av hotellinum og tosar um undurfullu Føroyar.
Olly Murs fer aftur til Bretlands við stórum smíli.
Her kunnu video hjá Olly Murs av Instagram síggjast:
##med2##