Ein bilførari fekk koyriforboð fyri at koyra ov skjótt

Koyrdi 96 km um tíman við Gøtugjógv

Løgreglan tók í gjár ein ungan bilførarar sum koyrdi nógv for skjótt við Gøtugjógv. Á landsvegnum har á leiðini er ferðin niðursett til 60 km um tíman. Tað merkir, at tú fært klipp í koyrikortið fyri at koyra 75 km um tíman, og at tú fært treytaða frádøming, um ferðin fer upp um 80. Men hesin bilførarin koyrdi 96, sum hann kom rættiliga í felluni. Og tá talan er um bilførara, sum hevur havt koyrikort í styttri enn trý ár, so er revsingin uppaftur harðir, tí tá fær hann beinleiðis koyriforboð. Hann kann tí ikki koyra bil aftur, fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum.

 

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Ein bilur fór út av vegnum omanfyri havanarlagið í Hósvík í hálkuni, men har var eingin fólkaskaði. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hann fekk hjálp til at fáa bilin uppaftur á vegin og kundi síðani koyra víðari.

 

Løgrelgan hevur ongar avbjóðingar havt av valplakatum. Tær, sum vóru mest útsettar vindinum, vórðu tiknar niður, sigur vaktleiðarin.