Í gjár fekk løgreglan eina heldur øðrvísi fráboðan. Tað var um ein mann, sum skal hava skotið ein lóm í Saksun.
Maðurin verður skuldsettur fyri brot á fuglaveiðilógina, tí man hevur ikki loyvi at skjóta lóm. Harumframt kann man heldur ikki kann skjóta á jørðini hjá einum øðrum - sum hesin sambært løgregluni skal hava gjørt. Sostatt er talan um tvey lógarbrot.
Hald varð í hesum sambandi lagt á eina høglbyrsu, sum løgreglan fann í bilinum hjá manninum. Hetta var um klokkan 21:30
Tað var ein, sum var staddur í Saksun og sá mannin skjóta, sum boðaði frá.
Men maðurin noktar seg sekan. Verður hann funnin sekur, kann hann vænta at fáa eina bót.
Soleiðis sær ein lómur út:
##med2##