Ein snotiligur nýbygningur á vágni í Klaksvík

Í gjár var hábærslig upplatingarveitsla á Hotel KG í Klaksvík. Snotuliga hotellið letur upp mikudagin

– Hetta er stórsligið. Hetta er heilt fantastiskt at síggja. Men at eg skuldi standa her og bjóða vælkomin til eitt hotel, tað hevði eg ikki roknað við. 

Soleiðis byrjaði Kristian Martin Rasmussen røðu sína, tá hann beyð vælkomin til móttøkuna á nýggja hotellinum í Klaksvík í gjár.

– Hotelvinnan, sum liggur so langt frá tí, sum eg brenni fyri, helt Kristian Martin Rasmussen fram.

– Men tað er við eyðmýkt, at eg standi her og bjóði hesi fjøld vælkomnari. Hetta hevur verið ein long, knortlut ferð við nógvum upp- og niðurtúrum, segði hann og greiddi frá, at verkætlanin byrjaði í 2019. So kom korona, og alt steðgaði upp. Hann segði, at aðrir trupulleikar eisini stungu seg upp. Men samtaksstjórin hjá P/F Christian í Grótinum, Jan Petersen, stríddist við málinum.

– Treiskur sum hann er helt hann fram. Men ikki fyrr enn vit tóku róðrið í egnar hendur bar á mál, og í 2023 varð gjørd avtala við byggifelagið Kanjon í Klaksvík um at byggja hotellið.

– Vit skulu vera errin av, at vit í Føroyum eiga byggifyritøkur, arkitektar, byggifrøðingar, handverkarar og byggifyritøkur, sum eru førar fyri at byggja eitt slíkt hotel. 

– Og so hava vit besta plássið í Klaksvík, mitt á vágni, segði Kristian Martin Rasmussen.

– Vit eru reiðarar, og vit skulu ikki reka hotelvirksemi. Tí hava vit gjørt avtalu við Gist & Vist við Johannes Jensen á odda um at reka hotellið. Og vit fegnast um, at hann hevur sett eitt ungt toymi at reka hotellið.

– Tit skulu geva tí lív, og vónirnar hjá okkum eru góðar.

– Vit skulu hugsavna okkum um tað sum vit duga best: At reka fiskiskap, segði stórreiðarin í Klaksvík, tá hann beyð vælkomin til móttøkuna á nýggja hottellinum, KG, í gjár.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

##med33##

##med34##

##med35##

##med36##

##med37##

##med38##

##med39##

##med40##

##med41##

##med42##

##med43##

##med44##

##med45##

##med46##

##med47##

##med48##

##med49##

##med50##

##med51##

##med52##

##med53##

##med54##

##med55##

##med56##

##med57##

##med58##

##med59##

##med60##

##med61##

##med62##

##med63##

##med64##

##med65##

##med66##

##med67##

##med68##

##med69##

##med70##

##med71##

##med72##

##med73##

##med74##

##med75##

##med76##

##med77##

##med78##

##med79##

##med80##

##med81##

##med82##

##med83##

##med84##

##med85##

##med86##

##med87##

##med88##

##med89##

##med90##

##med91##

##med92##

##med93##

##med94##