Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Eg vænti, at vit fara at ferðast bæði í Føroyum og uttanlands.
Tað sigur Súni Kristiansen.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Ætlanin er at fara eina viku til Mallorka í august og so vitja áhugaverd støð í Føroyum eisini.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Eg havi verið á 17 av oyggjunum - Lítla Dímun hevur enn ikki havt vitjan av mær, men eg vildi fegin komið út í oynna! leggur hann aftrat.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Tú fært so nógvar góðar upplivingar við at ferðast: Tú sært vøkur og áhugaverd støð, fært stuttligar og góðar upplivingar saman við familjuni, og so lærir tú eisini altíð okkurt nýtt og fært góð hugskot, sigur Súni Kristiansen.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.
Lesið eisini: Kvinnan við Føroya kendasta navni
https://www.in.fo/news-detail/fia-selma-hevur-verid-i-oellum-oyggjum-i-foeroyum
##med2##












