Eldur í Glyvra skúla

Nakað eftir at skúlagongdin var byrjað í morgun, varnaðust tey í Glyvra skúla, at roykur rak um skúlan, hetta kom av, at eldur var á einum vesi í niðastu hæddini – í vestara partinum nær við fimleikahøllina

Skálafjarðar Sløkkilið og løgreglan vóru skjót á staðnum, og eldurin var skjótt sløktur. Næmingar og lærarar vóru flutt úr bygninginum. Næmingarnir vóru fluttir út í Bylgjuna, og lærarar í gamla býráðssalin í Saltangará. Roykurin er farin um tað mesta av skúlanum, og nú verður mett um skaðan, og nær ið skúlagongdin kann takast uppaftur á Glyvrum.

Skúlin letur frætta frá sær aftur, táið eitthvørt nýtt er í málinum.