European Open: Føroyar sigraðu á Litava

Føroysku U16-kvinnurnar spældu ein framúr góðan seinna hálvleik móti Litava

Mynd: HSF

Føroyska U16-kvinnulandsliðið í hondbólti tekur lut í European Open kappingini í Göteborg í hesum døgum. 

 

HSF skrivar:

 

Tryggjaðu sigurin í seinna hálvleiki

 

Føroysku kvinnurnar vóru sum hamskiftar í seinna hálvleiki og vendu 8-11 í hálvleikinum til 22-19 sigur móti Litava í kvøld.

 

Føroyar høvdu avbjóðingar í fyrra hálvleiki. Litava vardu við tveimum leikarum heilt frammi í okkara vinstra bakki og miðju, og ørkymlaði hetta føroyska spælið nógv. Okkara gjørdu ov nógvar villur og neyvleikin var heldur ikki til staðar, tá komið varð til kjansir. Í verjuni var tað serliga strikuspælið hjá Litava, sum okkara høvdu ilt við at fáa fatur í. Tær litavisku eisini vóru neyvari í skotunum og fóru til hálvleiks frammanfyri 11-8.


Føroyar byrjaðu heilt væl í seinna hálvleiki og eftir tríggjar minuttir var javnleikur. Okkara vóru sum hamskiftar, og vóru tað serliga Sigrið Hansdóttir og Hanna Thomsen, sum vóru eyðsýndar í føroyska álopinum. Sigrið stýrdi føroyska spælinum, spældi hinar upp, fór ígjøgnum sjálv og var eisini trygg við brotskøstunum. Hon er nú millum tríggjar teir bestu toppskjúttarnar í kappingini. Hanna Thomsen spældi eisini væl og gjørdi seks mál á høgra vongi. Føroyar vunnu leiðsluna við nøkrum málum um miðjan seinna hálvleik og hildu hetta til leiklok og vunnu 22-19.


Føroyar spæla móti Íslandi í morgin kl. 9.45, føroyska tíð. Fríggjadagin spæla Føroyar endaliga plaseringsdystin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com. Skrivar HSF. 

 

Dystargongdin Føroyar – Litava:

5 min. 3-2

10 min. 4-5

15 min. 5-9

20 min. 8-11

25 min. 13-13

30 min. 17-14

35 min. 19-17

40 min. 22-19

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Sigrið Hansdóttir 8 (4)

Hanna Thomsen 6

Andrea Heinadóttir 3

Aibritt á Plógv Hansen 2

Gyða Beata Djónadóttir 2

Aleksandra Arge 1

 

Mynd: HSF