Fara at stytta arbeiðsvikuna í vár

Í vár fer landsstýrið at leggja fyri Løgtingið uppskot um at stytta arbeiðsvikuna. Tað verður fjórðu ferð, at Løgtingið við lóg styttir arbeiðsvikuna

Endamálið við uppskotinum er, at 37 tímar arbeiðsvika verður skipað við lóg. Arbeitt hevur verið við at finna semju um leist í trípartasamráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er serliga Javnaðarflokkurin, sum hevði hetta málið frammi í valstríðnum.

Ein bólkur við umboðum fyri arbeiðsgevarar, fakfeløg og politiska myndugleikan hevur arbeitt við málinum í einum trípartasamráði, men eftir lønarsamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum fyrr í summar tóku arbeiðsgevararnir seg úr arbeiðsbólkinum, tí at semjan hevði kostað teimum so nógv, at teir hildu tað ikki geva meining at arbeiða við at stytta arbeiðsvikuna.

Ført hevur eisini verið fram – eisini av onkrum fakfelag, at tað er eitt mál fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum at stytta arbeiðsvikuna, og at politiski myndugleikin skal halda seg langt frá hesum.

Men tá arbeiðsvikan áður er stytt, hevur tað hvørja ferð verið Løgtingið, sum hevur stytt arbeiðsvikuna. Tað er ongantíð gjørt eftir aftalu millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Í 1964 samtykti Løgtingið einmælt at lækka arbeiðsvikuna úr 48 niður í 44 tímar. Arbeiðsvikan skuldi styttast í trimum stigum: 1. apríl í 1964 til 46,5 tímar, 1. apríl í 1965 til 45 tímar og 1. apríl í 1966 til 44 tímar.

Í 1970 samtykti Løgtingið at stytta arbeiðsvikuna úr 44 tímum niður í 42,5 tímar.

Og aftur í 1978 samtykti Løgtingið at stytta arbeiðsvikuna við 2,5 tímum úr 42,5 tímum niður í 40 tímar.

Tá var tað gjørt í fýra stigum: 1. oktober í 1978 til 42 tímar, 1. apríl í 1979 til 41,5 tímar, 1. oktober í 1979 til 41 tímar og 1. januar í 1980 til 40 tímar.

Allar tríggjar ferðirnar, í 1964, í 1970 og í 1978, var semja millum allar flokkar á tingi at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Uppskotið hjá landsstýrinum um at stytta arbeiðsvikuna í stigum úr 40 niður í 37 tímar verður lagt fyri tingið í vár.