Fyri einum góðum mánaði síðani kunngjørdi FC Hoyvík nýggjan venjara. Nú eru fyrstu nýggju leikararnir eisini kunngjørdir.
Tann fyrri er Ingolf Aron Erlandsson Tvørfoss, ið hevur skrivað ein tvey-ára langan sáttmála. Fyriuttan nakrar fáar dystir við Skála, hevur Ingolf Aron, ið er gøtumaður, einans spælt við Víkingi áður.
Hin nýggi leikarin er Fríði á Borg. Hann hevur spælt við FC Hoyvík áður, men hevur spælt tvey tey seinastu árini á Toftum við B68. Nú kemur Fríði so “heim” aftur til Hoyvíkar, sum FC Hoyvík skrivar á facebook.
##med2##












