Um gott 16-tíðina í gjár hendi ein arbeiðsvanlukka við nýggju útstykkingina í Runavík.
- Tað var ein maður, sum stóð uppi í einari stilass og arbeiddi, tá stilassin koppaði.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at maðurin fekk álvarsligar løstir í fallinum.
Hann er fluttur Danmarkar til viðgerðar.
- Sjúkrabilur kom á staðið, og tað var løgreglan eisini, umframt at Arbeiðseftirlitið hevur kannaði umstøðurnar.
Løgreglan endurtekur, at maðurin, sum datt við stilassini, ið koppaði, fekk rættiliga álvarsligan skaða.