Umstøðurnar:
Støðan í ferðsluni er tann, at súkklur eru ein sjálvsagdur partur av ferðslumynstrinum í Havnini. Vit síggja tað runt um í býnum, at tað eru fleiri og fleiri, ið velja at súkkla, og tey hava eisini rættindi til vegirnar. Tað má man hava í huga, tá man kjakast um ferðslutrygd.
Loysnir:
Tá tað eru støður, sum eru ótryggar, er tað greitt, at tað mugu gerast batar. Í nógvum førum er tað støðan hjá súkklarunum, sum er ótrygg - ikki støðan hjá teimum í bili. Tísskil eru tað umstøðurnar hjá súkklarunum, sum skulu bøtast. Serstakar súkklubreytir og lægri hámarksferðir eru góðar loysnir. Skal veganet til súkklur takast burtur, má sjálvsagt gott alternativ gerast í staðin.
Samanbering:
Tað verður onkuntíð borið fram, at tað er dýrt at gera umstøður til súkklur, hóast tað er lutfalsliga bíligt í mun til vegir annars. Til samanberingar kann tað eisini verða dýrt at gera ein elevator ella rampu í einum almennum bygningi. Men tað eru nøkur virðir í samfelagnum - so sum atkoma í bygningar og flytføri í býnum fyri øll - ið burdi verið so sjálvsøgd, at tað má gerast íløgur í tað.
Vinarliga,
Felagið fyri Súkklarar og Ábæra Ferðslu:
sukkla.fo - sukkla@sukkla.fo










