Tað eru góð líkindi at rógva kapp á vestanstevnu, sum í dag er í Sørvági.
Fyrsti FM róðruin var millum 14 – 16 ára gamlar dreingir, og tað gekk soleiðis, sum tað hevur gjørt hinar fimm ferðirnar í ár.
Fípan Fagra úr Klaksvík vann, og ungu dreingirnir úr Klaksvík eru stórir favorittar at vinna FM.
Á málinum var akkurát ein bátslongd millum Fípuna Føgru og Kollin.
Dreingirnir úr Kollafirði vóru drúgvari í dag, enn teir hava verið fyrr í ár. Í startinum var Fípan Fagra beinanvegin fremst, men eftir startspurtin bjóðaði Kollur av, og eina løtu var Kollur undan Fípuni Føgru. Kollur var neyvan meiri enn ein hálvan skut frammanfyri, og so settu teir úr Klaksvík tingini upp á pláss, tá ið teir løgdu seg aftur á odda, áðrenn tað varð farið undir endaspurtinum, og í endaspurtinum munaðu tøkini hjá teimum umborð á Fípuni Føgru meiri.
1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:24.42 | +00.00 | 7 | ||
2 | Kollur (KÍF) | 05:27.05 | +02.63 | 6 | ||
3 | Falkur (HVR) | 05:30.45 | +06.03 | 5 | ||
4 | Fiskurin (VK) | 05:31.47 | +07.05 | 4 | ||
5 | Teistin (AR) | 05:32.46 | +08.04 | 3 | ||
6 | Sævarmoy (KRF) | 05:36.42 | +12.00 | 2 | ||
7 | Firvaldur (FSR) | 05:40.27 | +15.85 | 1 | ||
8 | Flógvin (ERF) | 05:42.43 | +18.01 | 0 | ||
9 | Ternan (NSÍ) | 06:03.07 | +38.65 | 0 | ||
10 | Blikur (AR) | 06:13.41 | +48.99 | 0 |
1 | Fípan Fagra (KRF) | 6 | 42 | ||
2 | Kollur (KÍF) | 6 | 36 | ||
3 | Teistin (AR) | 6 | 26 | ||
4 | Falkur (HVR) | 6 | 24 | ||
5 | Firvaldur (FSR) | 6 | 15 | ||
6 | Sævarmoy (KRF) | 6 | 13 | ||
7 | Fiskurin (VK) | 6 | 12 | ||
8 | Flógvin (ERF) | 6 | 0 | ||
9 | Ternan (NSÍ) | 6 | 0 | ||
10 | Blikur (AR) | 4 |
0
|
Manningin á Fípuni Føgru
oftan - Bakborð
Petur Eli Petersen
Toftan - Styriborð
Hanus Steinberg
Rúmið - Bakborð
Jákup Bjartalíð
Rúmið - Styriborð
Dávid M. Glerfoss
Lærið - Bakborð
Pætur E. Sundsskarð
Lærið - Styriborð
Lukas Poulsson Joensen
Róðursmaður/-kvinna
Marið Heimustovu