Týskvøldið vunnu Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg 35-29 á EH Aalborg í BIOCIRC Arena í Viborg. Í steðginum var Viborg á odda 18-14.
Talan var um fjórða sigurin á rað hjá Viborg í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað liggur væl fyri hjá Janu at leggja upp til mál hjá viðleikarunum. Hesaferð gjørdist talan um fimm upplegg til mál (assist). Jana var eisini noterað fyri eitt mál, og hon vann liðnum eitt brotskast.
Viborg er fjórðfremst í deildini við 16 stigum fyri 11 dystir.
Leygardagin klokkan 17 bíðar spennandi uppgáva í BIOCIRC Arena. Tá spælir Viborg fyrsta dystin í bólki D í EHF European League. Mótstøðuliðið verður pólska liðið, Zaglebie úr Lubin.











