Tað kann fáa álvarsligar - og enntá deyðiligar - avleiðingar, um tú etur eitrandi soppar.
- Fleiri fólk eru løgd inn á Sørlandet sjúkrahúsið í Noregi eftir at hava etið soppar, ið eru eitrandi.
Tað upplýsir sjúkrahúsið í kvøld yvirfyri Avisen Kristiansand.
- Tað eru nógv ár síðan, at vit sóu eitt slíkt tal av sjúklingum við nýrabrekum, tí fólk havs etið eitrandi soppar.
Hetta sigur deildarleiðarin á sjúkrahúsinum, Thor Kristian Støle, við Avisen Kristiansand.