Fyrsta kappingin verður í Vágum 6 juni

FM í kappríðing byrjar 6 juni

Nú tað av álvara er farið at grønkast, so er ikki so leingi at bíða til fyrsta FM kappingin í kappríðing verður.

Fyrsta kappingin verður í Vágum 6 juni

Tað skrivar Ríðisamband Føroya:

 

Stórur spenningur er altíð undan fyrstu kappingina, tí óvissan um hvørji ross eru við og hvussu tey eru fyri, kemur til sjóndar hendan dagin.

 

Kappríðingarkalendarin fyri 2026 er so ljóðandi.

 

6. juni Vágar FM 1

 

20. juni Leynavatn FM 2

 

29. juli Havnardalur FM 3

 

15. august Havnardalur FM 4

 

29. august Vágar FM 5

 

Kappast verður í hesum greinum, Tølt, skeið, trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin.

 

##med2##

 

Fyrsta kappingin verður í Vágum 6 juni