Føroya Blindafelag heldur 50 ára stovningardag

Føroya Blindafelag boðar frá, at 16. august 2024 eru tað 50 ár síðani eldsálir settu Føroya Blindafelag á stovn

Fríggjadagin 16. august, verður bjóða til almenna móttøku á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10a, Tórshavn.

 

Á skránni verða røður og tónleikur frá kl. 15.30. millum røðararnar verður Siri Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

 

Lætt ábit og okkurt søtt til kaffi verður at fáa.

 

Føroya Blindafelag sigur at øll eru hjartaliga vælkomin