Bókin greiðir frá broytingunum seinastu hálvu øldina, menningini av stovninum og økinum og frá starvsfólkunum, sum hava myndað politiið í Føroyum hesa tíðina. Almenn bókaframløga verður 20. mars 2026 kl. 13:30 í Starvsfelagshúsinum í Havn.
Útgivin í sambandi við 75 ára stovningardagin hjá Politistafelagnum
Kári Thorsteinsson, fyrrverandi politistur, hevur skrivað nýggju bókina, sum er eitt framhald av stórverkinum hjá Hjartvardi E. Skálagarð “Politi í Føroyum fyrr og nú”, sum kom út í 2000.
Í sambandi við 75 ára stovningardagin gjørdi Føroya Politistafelag av at geva nýggja bók út, eins og fyrra bókin varð útgivin í sambandi við 50 ára stovningardagin.
Politiið í Føroyum 21. øld
Nýggja bókin lýsir eisini broytingarnar, sum eru farnar fram í politinum síðan aldarskiftið. Í Danmark vórðu umfatandi bygnaðarbroytingar framdar í politinum og rættarskipanini frá 2007 og frameftir. Hesar broytingar merktu millum annað, at politiøkini fóru frá at vera 56 í tali til 14, har Føroyar eru 14. politiøkið. Politiið í Føroyum var ikki beinleiðis partur av bygnaðarbroytingunum í Danmark, men framdi egnar broytingar, sum vórðu endaliga staðfestar í Danmark.
Almenn bókaframløga
Almenn bókaframløga verður 20. mars 2026 kl. 13:30 eftir ársfundin hjá Føroya Politistafelag í Starvsfelagshúsinum í J.H. Schrøtersgøtu 9 í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Áhugað kunnu ogna sær bókina fyri fyri 250 kr., sum er serprísur í sambandi við almennu bókaframløguna, skrivar Føroya Politistafelag.









